Eru enn við

Helgi L. Petersen er als ikki ósamdur við Pól Thorsteinsson, tá hesin sigur, at tað var ein heldur blandað kensla, sum tey í B36 sótu við eftir dystin.
- Onkra staðni eru vit vælsaktans nøgdir við at fáa javnleik á útivølli móti B36. Tað er í øllum førum ein trupul dystur, so eitt stig er nokk meira, enn flestu av hinum liðunum fáa her.
- Hinvegins, so eiga vit at koyra dystin heim, soleiðis sum gongdin er. Frammanfyri og í yvirtali, so eiga vit at halda leiðsluni, men tað megnaðu vit so ikki. Fyrst og fremst, tí B36 hevur eitt sera sterkt lið. Teir hava eisini nakrar leikarar, sum altíð kunnu skapa møguleikar, og so er tað stórt sæð líkamikið, um teir eru ellivu, tíggju ella níggju leikarar.
- Og so er tað heldur ikki altíð, at fyrimunurin av at vera í yvirtali er so stórur. Tað inniheldur fótbóltssøgan altso nógv góð dømi um, heldur hann.

Jøvn kapping
Um úrtøkuna higartil í ár heldur Helgi, at tað serliga vóru fyrstu dystirnar, sum teir iðra seg um.
- Nú hava vit so fingið fýra stig í tveimum dystum, sum hjá okkum altíð eru truplir, so í so máta er gongdin á góðari leið. Men fyrstu tvey umførini fingu vit bert tvey stig, og tað mugu vit so vinna innaftur.
- Hinvegin haldi eg, at talan er um eina ógvuliga javna kapping í ár, so megna vit at raka ein góðan stima, so kann tað vera heilt skjótt, at vit aftur eru frammi í oddinum. Vit hava so á ongan hátt avskrivað okkum sjálvar, staðfestir Helgi at enda.