Fyri bara trimum vikum síðani mundu fá halda, at Neistakvinnur høvdu nakran serligan leiklut í stríðnum um røkka øðrum plássinum í FM-finaluni.
Í dag er støðan ein onnur, men sjálvar hava Neista-kvinnurnar alla tíðina trúð upp á møguleikan, sigur Rakul Augustinussen.
- Vit trúgva alla tíðina upp á møguleikan. Vit hava bara tikið ein dyst í senn, og so royna vit at gera okkara besta. Nú hava vit so vunnið tríggjar dystir á rað, og so eru vit brádliga við aftur í toppinum, sigur Rakul Augustinussen.
Tveir av hesum dystunum hava verið móti VB og Tjaldri. Er rætta spælið nú við at vera har?
- Ja, tað haldi eg. Sjálvandi kann tað enn gerast betri, men nú virka vit sum eitt lið, og vit eru veruliga við at vera har. Í dag riggar verjan eisini væl, meðan hon ikki riggaði so væl seinast. Men Tjaldur og VB eru eisini tvey ymisk lið, sigur Rakul Augustinussen.










