41 ára gamli enski fótbóltsdómarin, Mark Clattenburg hevur higartil á yrkisleið sínari dømt heilar níggju finalur, m.a. bæði Champions League og EM-finalurnar í fjør.
Men teir sum varða av dømingini í Premier League óttast nú fyri, at dagarnir hjá Mark Clattenburg, sum dómari í Premier League eru taldir. Og tað er nógv, sum talar fyri, at Mark Clattenburg gerst tað næsta stóra fótbóltsnavnið, sum gerst partur av kinesisku fótbóltsliguni.
Mark Clattenburg er ein nógv umbiðin harri, tí umframt eitt tilboð úr Kina skal Mark Clattenburg sambært enska blaðnum "Daily Mail" hava fingið tilboð úr amerikonsku liguni, MLS, og haraftrat eitt tilboð úr fjareystri í Asia.
Longu í desember byrjaði Mark Clattenburg at lata upp fyri, at hann kanska ikki fór at døma í Premier League so leingi aftrat: - Eg havi í løtuni sáttmála við Premier League, men eg má hyggja eftir yrkisleið mínari yvir eitt longri tíðarmál, segði Mark Clattenburg tá. Hann segði eisini í desember, at komu tilboð á borðið, so mátti hann sjálvsagt hyggja eftir hesum tilboðunum.
So hetta eru nýggjar tíðir í altjóða fótbólti, har sjálvt dómararnir kunnu lata seg freista av stórum peningaupphæddum at fara til onnur lond at døma fótbóltsdystir.










