Ein nýggj mynd av Paul Newman hevur elvt til nýggjar stúranir um heilsuna hjá sjónleikaranum. Í seinastu viku varð sagt, at Newman hevði lungakrabba og bert hevði nakrar fáar mánaðir eftir at liva í ? og eftir at nýggja myndin er komin fram, halda tey flestu, at hetta er satt.
Í byrjanini av árinum gekk slaturin eisini um, at Newman lá fyri deyðanum, men tá segði hann sjálvur skemtingarsamur, at tað einasta, honum bagdi, var, at hann hevði svamp á fótunum og hevði misti nakað av hári.
Hesu ferð hevur man tó ikki hoyrt nakað serligt frá sjónleikaranum. Men aftaná at tað í eini grein í Los Angeles Times stóð, at hann hevur álvarsaman lungakrabba, segði talsmaðurin hjá Newman, at hann hevur tað fínt.
Í mai uppgav Newman at stjórna eini nýuppsetan av klassikara bókini hjá John Steinbeck ?Of Mice and Men?.