Eru 1000 litrar av mjólk

Umhvørvisdálkingin, sum Sea Shepherd geilar um, ar mjólk frá Mjólkarvirki Búnaðarmanna.

Fyrr í dag hevur Sea Shepherd sent myndir av umhvørvisdálking í Føroyum runt um heimin. Myndirnar vísa okkurt hvítt, ið flýtur í Nólsoyarfirði, skamt uttan fyri Hoyvík.

 

Sea Shepherd siga, at tey hava tikið royndir av vatninum, men at føroyskir myndugleikar ikki vístu stórvegis áhuga í at kanna málið.

 

In.fo hevur tosað við Mjólkavirki Búnaðarmanna, sum hevur eitt virki í Hoyvík og har váttar Rógvi Weyhe, virkisleiðari, at eitt óhapp var á virkinum beint fyri miðdag í gjár.

- Har var ein feilur við eini maskinu, ein ventilur, sum ikki varð heilt afturlatin, sum gjørdi, at nakað av mjólk rann niður í kloakkina, sigur Rógvi Weyhe.

 

Hann sigur, at fólk vóru skjót at siga frá, hvat tey sóu og at feilurin varð uppdagaður tíðliga, so skaðin var ikk serliga stórur.

- Talan er um eini túsund litrar av mjólk, sum fóru til spillis, men tað er ikki tað stóra, tá vit viðgera 150.000 litrar um vikuna, sigur hann.

 

Hann sigur, at tað kemur fyri av og á, at mjólk rennur niður í kloakkina, men sum oftast sæst hon ikki aftur, tí streymur og annað førir hana burtur beinanvegin.

- Í gjár var so stilt, at mjólkin varð liggjandi har hon rann út, og tí sást hon so vælí fjørðinum. Talan er ikki um nakra veruliga dálking, ikki meiri, enn tað blóðið, sum liggur eftir við strondina, eftir eitt grindadráp, sigur Rógvi Weyhe at enda.