So minst til leygardagin 18. juli 2009 !!
Tiltakið er galdandi næmingar, sum fóru í fyrsta flokk í 1959 og endaðu í sjeynda flokki í 1966, og sum antin í øllum tíðarskeiðnum ella onkuntíð í tíðarskeiðnum hava gingið í Kommunuskúlanum í onkrum av flokkunum í hesum árganginum.
Her skal myndin standa.
Myndatekstur:
“6 B III – árgangur 64/65. Vónandi hoyra vit eisini frá hinum 100 - 125 næmingunum, sum vit tíverri ikki hava myndir av enn.”
Vit møtast fyrrapartin í Kommunuskúlanum og dagurin endar við veitlsu á REX.
Hendan tíðin frá 1959 til 1966 var ein tíð, har nógvar broytingar hendu í barnaskúlunum í Havn, og næmingar vóru fluttir til Gula Skúla, til Brúna Skúla, flokkarnir vóru uppbýttir í A flokkar og B flokkar o.s.fr. Samstundis eru onnur, sum eru komin av bygd til Havnar, onnur eru komin úr Danmark og hava sostatt ikki gingið øll árini í Tórshavnar Kommunuskúla. Tí er hetta ikki avmarkað til næmingar, sum bert hava gingið í Tórshavnar Kommunuskúla, men øll í hesum árganginum, sum onkuntíð hava gingið í Tórshavnar Kommunuskúla, eru vælkomin. Kennir tú onkran, so sig viðkomandi frá, so vit vera so fjølment, sum møguligt.
Á Facebook er ein bólkur: Tórshavnar Kommunuskúli 1959 til 1966, har møguleiki er at boða frá luttøku til dagin 18. juli 2009. Eisini kunnu myndir frá skúlatíðini leggjast inn har.
Tey, ið skipa fyri, eru Birita Mohr, Brynhild Hansen, Janus Norðberg, Peturbjørg Jensen, Ulla Mortensen og Jákup Magnussen.
Tilmelding við telduposti ella telefon til:
Biritu Mohr, mohrdam@post.olivant.fo, tlf. 312090 og 506690
Brynhild Hansen, brynhild.hansen@skulin.fo, tlf. 316964 og 261601
Janus Norðberg, janus.nordberg@kallnet.fo
Peturbjørg Jensen, tlf. 314008 og 280840