Tað er nú ein vika síðani, at Heini sjálvur varð kunnaður um, at hann er millum tey 100, sum eru útvald til sonevndu talent-jagtina hjá Berlingske.
Tí hevur hann líka sum havt møguleika at venja seg við tankan, og hann viðgongur blankt, at hann er sera fegin um tað viðurkenning, sum liggur í hesum.
Tað prógvar í øllum førum, at eg havi rokkið nøkrum málum higartil. Samstundis gevur tað sjálvsálit, tí eg eri hóast alt bara 33 ár. Soleiðis skuldi eg enn havt nógv góð ár eftir í mær, og í so máta kann hetta bara geva íblástur.
Men er eitt slíkt herðaklapp ikki eisini nakað, sum tú kanst brúka á tínum visit-kortið, tá nýggjar kontaktir skulu skapast í framtíðini?
Tað kann tað helst verða í ávísum førum. Men tað, sum eg fegnist mest um, eru reaktiónirnar, sum hetta hevur avleitt millum tey, sum eg kenni. Tá eg havi sagt familju og vinum frá, at eg verði nevndur í hesum høpi fríggjadagin, hava øll svarað mær positivt. Orð sum »hetta hevur tú uppiborið« og »tað gleðir meg virkeliga« eru kanska tað, sum eg eri mest glaður um í hesum. Serstakliga, tá tey eru komin frá fólki, sum standa mær nær, sigur framvegis jarðbundni hoyvíkingurin.