Mikukvøldið 29. oktober var stórt hátíðarhald í Stockhólmi í samband við, at virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum skuldu handast.
Bygdin Gjógv er fyrsta føroyska bygd nakrantíð, sum er nominerað til at náttúru-og umhvørvisheiðurslønina hjá Norðurlandaráðunum.
Nøkur umboð fyri Sunda kommunu vóru til steðar til tiltakið hetta kvøldið.
- 13 kommunur vóru nomineraðar, og vinnarin gjørdist Reykjavíkar kommuna.
Í Sunda kommunu siga tey, at nomineringin hevur í sær sjálvum nógv at siga fyri bygdina Gjógv.
- Nógv umrøða hevur verið í útlendskum miðlum áðrenn greitt varð, hvør vann, og kommunan fer at varpa ljós á, at Gjógv var nominerað í 2014.
Lagt verður aftrat, at Sunda kommuna er sera errin av, at bygdin Gjógv kom so langt í kappingini.