20 ára haldið hjá ALS gjørdist tá avtornaði eitt dýrt ball. Bæði fyri ALS, fyri stjóran, fyri stýrið og fyri álitið á føroysku Arbeiðsloysisskipanina.
Í samband við at ALS skuldi hátíðarhalda seg sjálvt, 31. august í fjør, sendi stjórin fyri ALS stýrinum kunning um, at hann ætlaði at øll starvsfólkini skuldu sleppa ein ókeypis túr til Íslands at feira seg sjálvi og almenna arbeiðsplássið. Stórin roknaði við at hetta fór at kosta 5000 krónur fyri hvørt starvsfólkið.
Men kreativa uppskotið fall ikki í góða jørð hjá stýrinum. Í frágreiðing til landsstýrismannin í Vinnumálum skriva tey, sum enn sita í ALS-stýrinum, soleiðis: ”Stýrið metti tað verða mangul upp á dømikraft, at stórin yvirhøvur kom við einum slíkum uppskoti. Undir øllum umstøðum átti hetta ikki at verið skotið upp, uttan fyrst at hava verið vent við stýrisformannin, soleiðis sum vanligt er.”
Men kreativiteturin steðgar ikki her. Sambært frágreiðingini skeyt Ernst Jacobsen eisini upp, at ALS skuldi geva út bók í samband við føðingardagin. Men hetta vildi stýrið heldur ikki. Hinvegin boðaði stýrið frá, sambært frágreiðingini til landsstýrismannin, at 20 ára hátíðarhaldið skuldi fyriskipast soleiðis, at kostnaðurin skuldi vera ”beskeðin.”
Nú eru nógvir mátar at tulka orðið ”beskeðin”, men stutt undan hátíðarhaldinum upplýsti stjórin, at kostnaðurin fór at vera umleið 400.000 krónur. Og tað metti stýrið ikki at vera ”beskeðið.”
Heitur stýrisfundur
Tað var ein stýrisfundur, 14. november í fjør, sum at enda feldi Ernst Jacobsen. Stjórin var sum vanligt við á stýrisfundi, og hann bað um loyvi at viðgera hansara egnu samsýning á 15.000 krónur um mánaðir fyri arbeiðsuppgávur í samband við Trygdargrunnin. Stýrisformaðurin noktaði, tí málið var ikki á dagsskrá. Stjórin tvíhelt og byrjaði at greiða frá málinum. Stýrisformaðurin bað hann steðga, men stjórin noktaði og helt fram.
Beint eftir regluliga stýrisfundin setti stýrið seg saman aftur, hesaferð á eykastýrisfund. Í frágreiðingini til landsstýrismannin stendur: ”á eykastýrisfundi sama dag staðfesti eitt samt stýri, at fult álit ikki longur var á stjóranum, og at hetta átti at fáa starvsrættarligar fylgjur fyri stjóran.” Í somu frágreiðing sæst, at stjórin fyri ALS, Ernst Jacobsen, var ikki samdur við stýrinum í, at nakað var at finnast at viðvíkjandi starvsútinnan hansara.
Tordu ikki uppsøgn
Í frágreiðingini royna tey, ið framvegis sita í ALS-stýrinum, at grundgeva fyri gylta lógvatakinum á 1,2 millión krónur til Ernst Jacobsen. Stýrislimir siga seg óttast, at um stjórin fór at fáa viðhald í einum rættarmáli, so kundi tað gerast dýrt fyri ALS. Formliga hevði stjórin rætt til løn í fimm mánaðir, varð hann uppsagdur. Men stýrislimirnir siga seg vænta, at ein uppsagnartilgongd hevði vart í sjey til níggju mánaðir, har stjórin hevði havt rætt til løn. Og víðari skriva tey, at ”ein uppsagnartilgongd vildi helst havt við sær nógv arbeiði, bæði yri stýrið og innanhýsis í ALS, negativ árin á stovnin vegna ótryggleika innan leiðsluøkið, og at handanin frá einum stjóra til ein annan helst ikki hevði verið nøktandi.” Og so vísa stýrislimirnir eisini á, at ALS einaferð áður (í 1997, red.), gjørdi fráfaringaravtalu við stjóra, sum fekk 12 mánaðarlønir við sær eftir bert einum ári í stjórastarvinum.
Frágreiðingin til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, er undirskrivað av Ingeborg Vinther, Kartni Ravnsfjall, Maritu Rasmussen og Viberg Sørensen.