Ernst Jacobsen, stjóri á ALS seinastu stívliga sjey árini, hevur avgjørt at siga seg úr starvi. Stýrið fyri ALS hevur tikið uppsøgnina til eftirtektar. Tað sigur Alfred Petersen, formaður í stýrinum fyri ALS í fráboðan.
Hetta hevur verið ein spennandi og avbjóðandi tíð, men nú eg havi verið stjóri á ALS í meiri enn sjey ár umframt fíggjarleiðari í fimm ár, haldi eg, at tíðin er búgvin at royna nýggjar avbjóðingar, sigur Ernst Jacobsen.
Tá Ernst Jacobsen tók við starvinum sum fíggjarleiðari í 2000, var Arbeiðsloysisskipanin komin í eina trygga legu. Skipanin er síðani konsoliderað soleiðis, at eginpeningurin eitt skifti táttaði í 740 mió. kr. Eftir nøkur ár við stórum arbeiðsloysi og við stórum halli er ALS framvegis ein sterk skipan við eini eginogn á omanfyri 300 mió. krónur.
Skipanin er eisini ment í aðrar mátar hesi seinastu árini. Samstarvið við almennar myndugleikar og partarnar á arbeiðsmarknaðinum er gott, og høvuðssætið við Tinghúsvegin er miðdepil fyri fleiri aðrar stovnar eisini. Barsilsgrunnurin hevur verið inni og vent, og nú eru Trygdargrunnurin og Fasti Gerðarrættur eisini partur av umhvørvinum hjá ALS.
Altjóða fíggjarkreppan, sum tók seg upp miðskeiðis í 2008, ávirkar eisini føroyska arbeiðsmarknaðin. Í samband við vaksandi arbeiðsloysi hevur Arbeiðsloysisskipanin veruliga víst sín mátt og hevur verið viðvirkandi til at tryggja livikorini hjá mongum húskjum í Føroyum.
Vit takka Ernst fyri drúgva og trúgva tænastu hjá ALS seinastu árini, og ynskja honum alt tað besta, nú hann gevst sum stjóri á ALS, sigur Alfred Petersen, stýrisformaður. Stýrið fer í næstum undir at fyrireika lýsing og setan av nýggjum stjóra.
Í samband við, at Ernst Jacobsen fer úr starvi, verður móttøka á ALS 18. jan. 2013 kl 14.00-16.00.