Ernst Hansen farin

Føddur 6. septermber 1931

Deyður 6. apríl 2007

 

 

Langafríggjadag andaðist Ernst Hansen á Toftum á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Ernst hevur verið frammarlaga í kommunupolitikki, í vinnulívinum og í missiónini í heimbygdini.

 

Ernst var føddur 6. september 1931 og var ættaður úr Gerðinum á Nesi. Foreldrini vóru Elspa og Tummas Hansen í Gerðinum. Tey fingu tólv børn: Mette Helena (1922 +1923), Manella (1923 +1924), Hansa (1925) í Skipton í Onglandi, Mads Nesá (1926 +1981) á Nesi, Hertha Johannesen (1928) Eysturi í Líð á Nesi, Margith Joensen (1929) á Nesi, Ernst Hansen (1931), Inger Mikkelsen (1933) á Toftum, John (1936) í Havn, Emma (1937) í Reykjavík, Gerda (1939 +1943) og Dagny Weihe (1941) á Glyvrum. Gert (1943) vaks upp sum beiggi í systkinaflokkinum. Hann býr í Runavík.

 

Ernst fór blaðungur tíðliga til skips. Hann hevði góð likamsevnir og var raskur fiskimaður. Spennandi og mennandi var skeiðið eisini, tá ið Ernst var við skúlaskipinum Danmark. Meðan Ernst gekk upp á skúla, búði familjan, sum tá taldi konu og tvey børn, í Havn. Ernst leyk stýrimansprógv á Føroya Sjómansskúla í 1955. Í nøkur ár sigldi hann úti sum stýriamaður við Mærsk.

 

Hugurin til sjógvin og siglingina á heimshøvunum var stórur, men tað lagaði seg soleiðis, at lívsstarvið varð á landi.

 

Ernst var við til at fáa flakarvirkið Nyk til Toftir, og hann var stjóri har frá byrjanini síðst í sekstiárunum og inntil felagið gavst undir kreppuni miðskeiðis í níti árunum. Ernst hevði handil í kjallaranum heima við hús, hann var reiðari, og hann hevði fleiri álitissessir innan vinnulívið. Eitt nú var hann eitt skifti formaður í Føroya Fiskasølu.

 

Tey seinnu árini plagdi Ernst at loysa havnarumsjónarmannin á Toftum av, hann hevði bát og róði út.

 

Tá ið gamla Nes sóknar kommuna í 1967 fór í søguna, gjørdust Nes, Toftir og Saltnes til Nes kommunu. Ernst, sum hevði verið kommunustýrislimur í gomlu kommununi, var fyrsti formaðurin í Nes kommunu, og í tí sessinum sat hann fram til ársenda 1976. Hesin sessurin bar aðrar uppgávur við sær. Eitt nú var Ernst nevndarlimur og formaður í nevndini fyri Kongshavnar Havn, sum kommunurnar kring Skálafjørðin mynda og fyri Skálafjarðar Sløkkilið.

 

Ernst var trúgvur í kirkjuni og missiónshúsinum. Hann var í mong ár, og líka til hann andaðist, stýrisformaður í missiónshúsinum Thabor á Toftum.

 

Ernst var eisini limur og formaður í kirkjuráðnum í mong ár. Hann var uppi í landsfelagnum fyri Bláa kross í nógv ár, og hann var í fleiri ár ein av deknunum í Nes kirkju og Fríðrikskirkjuni á Toftum.

 

Ernst var giftur Kate, fødd Højgaard, ættað innan av Regni á Toftum. Børnini eru fimm í tali: Marita Dalsgaard (1952) á Glyvrum, Tummas (1957) í Keypmannahavn, Krista Magnussen (1962) á Nesi, Eyðun (1966) í Hoyvík og Kaj Eli (1975), sum býr heima.

 

Fyri nøkrum árum síðani gjørdist Ernst sjúkur, og hóast góð útlit fyri at kunna liva í nógv ár við sjúkuni, so gjørdist tað kortini so álvarsligt upp undir páskir, at Ernst í Gerðinum, sum hann eisini varð róptur, til síðst bukkaði undir.