Erling sett ótrúligt málmet

Premier League: Erling B. Haaland skoraði í gjár fyri 33. ferð í hesum kappingarárinum

Erling B. Haaland setti í gjár nýtt met, tá hann skoraði móti Arsenal í 4-1 sigrinum á Etihad leikvøllinum í Manchester. Tað var hansara mál nummar 33 í hesum kappingarárinum. Við tí hevur hann tikið metið frá Mohamed Salah, sum í 2017/18 skoraði 32 mál fyri Liverpool.

 

Sermerkt við metinum hjá Erlingi B. Haaland er, at tað eru sjey umfør eftir. Hann kann tí við málforminum í hesum kappingarárinum koma upp á 40 mál. Tað er púra óhoyrt í Premier League.

 

Hann kann eisini renna eftir einum øðrum metið. Andrew Cole og Alan Shearer hava megnað at skorað 34 mál í einum kappingarári, men tá spældu liðini 42 dystir upp á eitt landskappingarár. Nú verður spælt 38 dystir.

 

Manchester City er nú stórfavorittur at vinna meistaraheitið, eftir at hava vunnið á Arsenal í gjár.