Víkingur misti fyri kortum verjukempuna, Atla Gregersen, sum fer at royna seg í Ross County í næstbestu skotsku deildini. Fyri at fylla holið eftir landsliðsmiðverjanum, hevur Víkingur gjørt sáttmála við Erling Jacobsen, sum annars er uppvaksin í Víkingi. Felagið hevur eisini gjørt sáttmála við U21-landsliðsframherjan, Páll Klettskarð. Teir hava báðir skrivað undir fyri komandi ár eisini.
Tað hevur ikki gingið væl hjá Víkingi í ár, men teir fingu eitt spennandi lutakast til Europa League. Teir skulu møta stóra turkiska liðnum, Besiktas.
(www.vikingur.fo)