Hóast tað stóð nógv á hjá GÍ, so valdi Petur Mohr at senda ein spildurnýggjan mann á vøllin í Gundadali. Erling Jacobsen er ein av spælarunum, sum í ár hevur strítt seg í Formula-hópin, og mikukvøldið slapp hann so fyri fyrstu ferð á vøllin í landskappingardyst, tá hann í 57. Minutti varð skiftur inn fyri Poul Arna Jacobsen.