Í gjár vunnu Real Madrid og AC Milan seg víðari til hálvfinalurnar í Champions League. Í kvøld fáa tey at vita hvørjum tey skulu møta. Sannlíkt verður tað Manchester City og Inter Milan.
Bayern Munchen (0) – (3) Manchester City (20.00)
Hetta skuldi verða uppgerðin, sum skuldi rúnarbinda allan fótbóltsheimin í tveir tímar í kvøld, men við Erlingi B. Halland á odda hevur Manchester City hálað at kalla allan spenningin úr fjórðingsfinaluni.
Manchester City vann 3-0 í fyrra dystinum. Tí skal nógv henda í kvøld, um hetta skal verða ein spennandi uppgerð. Tað er nakað av órógvi í Bayern Munchen, eftir at Sadio Mané sló Leroy Sané eftir dystin í Manchester. Teir báðir mugu saman við øðrum leggja nógv fyri, um tað skal koma spenningur í.
Væntaðar uppstillingar:
Bayern: Sommer; Pavard, De Ligt, Upamecano, Davies; Kimmich, Goretzka; Coman, Musiala, Sané; Müller
Manchester City: Ederson; Walker, Rúben Dias, Aké; Stones, Rodri; Bernardo Silva, De Bruyne, Gündoğan, Grealish; Haaland
Inter Milan (2) – (0) Benfica (20.00)
Grannarnir úr AC Milan vunnu seg í gjár í hálvfinaluna. Í kvøld er sannlíkt at Inter Milan eisini vinnur seg í hálvfinaluna. Við 2-0 sigri í Portugal hevur heimaliðið øll kortini í hondini undan dystinum í kvøld.
Fyri hesi bæði liðini kemur tað eitt vet óvart á, at tey kunnu koma í hálvfinaluna, so hetta er stórur dystur fyri tey. Eins og við dystinum í Týsklandi, so skal nógv henda um tað skal koma spenningur í.
Væntaðar uppstillingar:
Inter: Onana; Darmian, Acerbi, Bastoni; Dumfries, Barella, Hakan Çalhanoğlu, Mkhitaryan, Dimarco; Džeko, Martínez
Benfica: Vlachodimos; Gilberto, António Silva, Otamendi, Grimaldo; Florentino, Chiquinho; Aursnes, Rafa Silva, João Mário; Gonçalo Ramos










