Fyrrakvøldið vunnu Real Madrid og AC Milan seg víðari til hálvfinalurnar í Champions League. Í gjár bleiv staðfest, at Manchester City og Inter Milan somuleiðis eru í hálvfinalunum.
Bayern Munchen – Manchester City 1-1 (Samanlangt 1-4)
Hetta skuldi verða uppgerðin, sum skuldi rúnarbinda allan fótbóltsheimin í tveir tímar , men við Erlingi B. Haaland á odda hevði Manchester City hálað at kalla allan spenningin úr fjórðingsfinaluni.
Bayern Munchen gjørdi eina roynd og hótti í fleiri førum verjuna hjá Manchester City, men teir raktu ikki málið. Serliga Leroy Sané hevði ein stóran málmøguleika, men bólturin smoygdi sær út um stongina.
Manchester City fekk ein gyltan møguleika at seta punktum, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Tó sendi Erling B. Haaland bótin uppum. Í seinna hálvleiki setti norski áleyparin alt upp á pláss, tá hann í 57. minutti bleiv spældur leysur og skoraði.
Bayern Munchen hótti í fleiri førum, men tað bleiv ikki til nakað fyrr enn alt ov seint. Innskifti Sadio Mané vann heimaliðnum eitt brotsspark sjey minuttir fyri tíð, sum Joshua Kimmich skoraði uppá.
Bayern: Sommer; Pavard (Stanišić 77), De Ligt, Upamecano, João Cancelo (Davies 63); Kimmich, Goretzka; Sané (Mané 63), Musiala (Müller 71), Coman; Choupo-Moting (Tel 71)
Man City: Ederson; Akanji, Rúben Dias, Aké (Laporte 66); Stones, Rodri; Bernardo Silva, De Bruyne (Walker 88), Gündoğan, Grealish; Haaland (Álvarez 84)
Inter Milan – Benfica 3-3 (Samanlagt 5-3)
Tað verður ein grannauppgerð í hálvfinaluni millum AC Milan og Inter Milan. Inter vann fyrra dystin 2-0 og leiðslan var ongantíð í vanda í gjár. Inter kom á odda bæði 1-0 og 3-1, og Benfica javnaði ikki fyrr enn í yvirtíðini til 3-3.
Tað er eftirhondini nøkur ár síðani, at grannauppgerðin í Milano hevur verið karmur um toppdyst í Evropa. Tað gevur dystinum eina dimensión afturat.
Inter: Onana; Darmian, Acerbi, Bastoni (D'Ambrosio 80); Dumfries, Barella (Hakan Çalhanoğlu 76), Brozović, Mkhitaryan, Dimarco (Gosens 80); Martínez (Correa 76), Džeko (Lukaku 76).
Benfica: Vlachodimos; Gilberto (Neres 46), António Silva, Otamendi, Grimaldo; Florentino, Chiquinho (Musa 80); Rafa Silva (João Neves 80), João Mário (Schjelderup 89), Aursnes; Gonçalo Ramos (Gonçalo Guedes 74).
Hálvfinalurnar verða 9./10. og 16./17. mei.