Erling er ættaður úr Vági. Sum 16 ára gamal flutti hann til Havnar at læra til møbilsnikkara hjá Verlandi Johansen.
Foreldrini hjá Erlingi vóru Maria og Poul Bech í Vági. Erling giftist við Ásu, f. Hansen, úr Havn. Tey eiga eiga fimm børn: Poul, Maria, Irena, Høgni og Helgi. Barnabørnini eru 8 í tali.
Síðan 1967 hevur familjan búð á Ternuryggi. Saman við familjuni hevur Erling síðan 1983 rikið handilin Ternubúðin. Handilin byrjaði í einum horni av kjallaranum, men í dag telist Ternubúðin millum teir størru handlarnar í býnum, og sonurin Høgni er leiðari á handlinum.
Erling er ein sera kreativur persónur. Hann er hjálpsamur og arbeiðssamur og hevur altíð góð hugskot. Hann er eisini ein dugnaligur handverkari og dámar væl at fáa avbjóðingar. Honum verður ynskt hjartaliga tillukku við føðingardegnum.
Vinir.