B36 hevur í gjár fingið keðilig tíðindi, tí Erlendur Magnusson hevur slitið krossbandið. Jákup á Borg, venjari hjá B36, sigur at hetta møguliga ger at miðvallarin ikki verður at síggja á vøllinum aftur í ár.
Erlendur Magnusson er ein av fleiri ungum spælarum hjá B36, sum hevur fingið sítt gjøgnumbrot seinnu árini. Hann byrjaði á bakkinum, men hevur eisini roynt seg á mðvøllinum og á vonginum.
Fyrr í vikuni bleiv Andras Olsen hjá EB/Streymi eisini langtíðarskaddur, tá hann somuleiðis sleit krossbandið. Í fjør setti ÍtróttarSosialurin fokus á júst knæskaðar, sum tykjast raka hart í Føroyum. Tó finnast ikki neyv tøl fyri hesum.