Erlendur Patursson 100 ár

Í dag eru liðin 100 ár síðani, at Erlendur Patursson, fyrrverandi løgtings-, landsstýris- og fólkatingsmaður var føddur. Hann var ein av stovnarum Tjóðveldisfloksins og umboðaði flokkin á tingi frá 1954 til 1966 og frá 1970 til hann doyði 16. juni í 1986.

 

Hann varð føddur í Kirkjubø, sonur Jóannes Patursson og Guðny. Blaðungur fór hann til Íslands, har hann í 1933 tók studentsprógv. Haðani fór hann til Oslo, har hann tók 1. part í búfrøðislestri, fullfíggjað cand. polit prógv tók hann á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1942. Heimafturkomin til Føroya eftir stríðslok var hann fíggjarligi ráðgevi løgtingsins 1946-1947, eitt skifti fiskimaður og í 1953 varð hann kosin til formann í Føroya Fiskimannafelag. Nú kom hann av álvara upp í politikk. Hann var við til at stovnseta Tjóðveldisflokkin og gjørdist í apríl 1949 blaðstjóri á málgagni floksins 14. September, eitt starv hann røkti í fyrstu atløgu fram til 1962 og aftur frá august 1973 til januar 1976.


Í 1954 varð hann valdur tingmaður fyri Sandoyar valdømi, sum hann umboðaði fram til 1966. Frá 1970 hevur hann verið valdur á ting fyri Suðurstreymoyar valdømi. Hann var landsstýrismaður í sjálvstýrislandsstýrinum 1963-1966 og føroyskur fólkatingsmaður 1973-1977.

 

---

 

20. august eitur Bernhard, deyður í 1153. Abbati og kirkjulærari í Fraklandi. Kom upp í munka- og nunnuskipanina, ið róptu seg cisterciensaraskipanin. Har gjørdist hann skjótt oddamaður, og fekk stóran týdning í kirkjupolitikki og kirkjulæru í 12 øld. Bygdi í 1115 kleystrið Clairvaux og varð síðani róptur Bernhard úr Clairvaux. Hann var vanur at taka til: Ora et labora (bið og arbeið). Navnið er germanskt og merkir bjørn og harður. Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)

 

---

 

Av øðrum føðingardøgum kann nevnast, at amerikanski sangarin, Jim Reeves, hevði fylt 90 ár í dag. Hann doyði í 1964. Serbiski forsetin, Slobodan Milosevic, var føddur hendan dagin í 1941. Hann doyði í 2006.

 

Prædikumaðurin og stovnarin av Frelsunnarherinum, William Booth, doyði hendan dagin í 1912. Hann var føddur í 1829