Erland Jacobsen 70 ár

Hósdagin 29. mai verður Erland Jacobsen á Tvøroyri 70 ár.

Erland er føddur og uppvaksin í Fámjin, sonur Onnu Leo úr Famjin og Edvin Jacobsen av Tvøroyri. Erland er giftur við Odu Jacobsen, f. Laðanberg, og tey eiga trý børn: Simona, Jón og Anna. Erland hevur verið sjómaður. Tey fyrstu árini sum fiskimaður. Í 1953 fór hann út at sigla, og hetta gjørdi hann í nøkur ár. Í 1959 fekk hann starv hjá Strandferðsluni og var har í 31 ár. Honum hevur altíð dámt væl tónleik. Síðan hann var heilt ungur, hevur hann spælt harmoniku og ger tað enn. Erlandi verður ynskt hjartaliga tillukku við 70 ára degnum.