Bilurin sum varð lutaður burtur í sms-innsavnanini undir tiltakinum “Føroyar móti krabba”, leygarkvøldið 31. oktober í Norðurlandahúsinum, varð latin vinnaranum mikudagin.
Talan var um ein Peugeot 107 Comfort Plus 1.0 til eitt virði upp á 144.000 krónur, ið varð latin sum gáva frá Auto Service. Hepni vinnarin gjørdist Erla W. Johannesen í Saltangará.