Tað var, sum tað plagar at vera. Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði vann tryggan sigur.
Undanfarin ár hevur Erla Kongsdóttir lagt seg á odda beinanvegin og síðani bara økt um leiðsluna.
Í dag var tað, sum tað hevur verið fyrr í ár, at onkrir av hinum bátunum í eina løtu fingu høvi at bjóða seg fram, áðrenn tær úr Fuglafirði settu tingini uppá pláss.
Í dag vóru bæði Svanur av Skála og Havfrúgvin úr Vestmanna fyrstu løtuna við í kappingini um fremsta plássið, men tá ið teinurin var hálvrógvin, var Erla Kongsdóttir á odda, og so var bara spenningur um næstfremsta plássið.
Havfrúgvin og Svanur skiftust eitt sindur um at vera næstfremst, og tá ið bátarnir fóru um málið, var Havfrúgvin frammanfyri.
Men eingin gjørdi nakað við suverenu Erlu Kongsdóttir, ið við góðum flogi henda hásummardag fley um málið væl frammanfyri avbjóðararnar.
1 Erla Kongsdóttir
2 Havfrúgvin
3 Svanur
4 Teistin