Erla skal samskipa tiltøkini

Fuglafjørður: Saman við landsarbeiðinum hjá Heimamissiónini hevur missiónshúsið Thabor sett 20 ára gomlu Erlu Hansen (myndin) í starv sum samskipara.

Hon skal arbeiða við hesum 15 tímar um vikuna fram til summarferiuna millum annað við umsiting, tónleiki og ungdómsarbeiði í býnum. 

Umframt hetta starvið, er hon stuðul hjá einum barni.