Tað var meiri spennandi og dramatiskt, enn tað hevur verið í kappingunum fyrr í ár, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappaðust á varmakeldu í Fuglafirði.
Jallurin vann tríggjar teir fyrst róðrarnar. Í Hósvík mikukvøldið vísti Erla Kongsdóttir í endaspurtinum, at FM vinnarin frá í fjør ikki skuldi avskrivast, og at møguleiki var fyri, at grøni báturin úr Fuglafirði í heimasjógvi kundi taka Jallin, og soleiðis varð tað.
Fyrr í dag vann 6-mannafarið Rádni við kvinnum í heimasjógvi, og kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir vildu ikki standa aftanfyri tær á 6-mannafarinum hjá fuglfirðingum.
Jallurin legði best fyri, og Jallurin var fremstur størsta partin av teininum. Skjótt vóru tað bara Jallurin og Erla Kongsdóttir, sum kappaðust um fremsta plássið, meðan Drekin og Teistin stríddust um bronsumerkið.
Tá ið teir fóru undir endaspurtin var Jallurin greitt frammanfyri. So fóru tøkini hjá Erlu Kongsdóttir at muna betri. Tvær ferðir søktu tær úr Fuglafirði at, men Jallurin svaraði aftur. So glapp tað hjá Erlu Kongsdóttir, sum tók Jallin og var fremst á mál.
Jallurin er framvegis favorittur at vinna FM, men sigurin í dag ber við sær, at tað framvegis er møguleiki hjá Erlu Kongsdóttir at endurvinna meistaraheitið.
5-mannafør kvinnur
1 Erla Kongsdóttir 05.23.35
2 Jallurin 05.24.44
3 Drekin 05.27.21
4 Teistin 05.33.48
5 Tekla 05.42.18
FM støðan
1 Jallurin 27
2 Erla Kongsdóttir 24
3 Drekin 21
4 Teistin 13
5 Tekla 11
6 Sílið 8










