Erla Kongsdóttir í flokki fyri seg

Kvinnurnar úr Fuglafirði vóru 3-4 bátslongdir frammanfyri næstu bátarnar í kappingini millum 5-mannaførini við kvinnum

Enn er Erla Kongsdóttir ikki formligur FM vinnari í kappingini millum 5-mannaførini við kvinnum. At Erla fer at vinna FM er tað eingin ivi um. Tað hevur verið at sæð tríggjar tær undanfarnu ferðirnar, og tað sást aftur í dag, tá ið 5-mannaførini við kvinnum róðu á jóansøku á Tvøroyri.

Erla Kongsdóttir fleyg avstað, og áðrenn startspurturin var av, var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin hjá teimum úr Fuglafirði fór at verða. Tá ið Erla Kongsdóttir fór um málstrikuna, vóru tað tíggju sekund og harvið tað mesta av fýra bátslongdum aftur til næstu bátarnar.

Aftur í dag vóru tað Teistin av Argjum og Ritan úr Hvannasundi/Norðdepli, sum kappaðust um næstfremsta plássið. Ta kappingina vunnu tær av Argjum.

1Erla Kongsdóttir05:39.20  
2Teistin05:48.19  
3Ritan05:50.12  
4Drekin05:58.18  
5Ørnin06:03.15  
6Jallurin06:10.04