Strandferðslan fekk beinanvegin hjálp frá Havnar Bjargingarfelag, so tey átta ferðafólkini løtu seinni vóru flutt við Tanum til Nólsoyar.
Kavarar kundu seinni staðfesta, at Erla Kongsdóttir hevði fingið ein enda um skrúvuna, og er hetta nú loyst.
Erla Kongsdóttir siglir aftur eftir ferðaætlanini fríggjamorgunin 12. februar.