Erla Kongsdóttir er meistari

5-mannafør kvinnur: Hóast starturin ikki var tann besti, so vunnu tær úr Fuglafirði aftur í dag

Fyri sættu ferð í ár kappaðust 5-mannaførini við kvinnum í dag. Tað var á vestanstevnu í Sandavági, har tað endaði soleiðis, sum úrslitið hevur verið allar hinar undanfarnu ferðirnar.

 

Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði var fyrst á mál. Tær úr Fuglafirði hava vunnið allar seks róðrarnar, og tær fara nú at fyrireika seg til ólavsøku í vissuni um, at tær eru FM vinnarar.

Um tær eisini fara at vinna á ólavsøku fæst at síggja um tvær vikur.

Í dag var sigurin sannførandi, hóast hann ikki var heilt so sannførandi, sum hann hevur verið undanfarnu ferðirnar.

Bæði Sílið og Teistin bjóðaðu av á fyrra partinum av teininum. So við og við tók Erla Kongsdóttir seg fram ímillum hesar báðar bátarnar og stakk seg so framum.

Teistin misti og endaði aftanfyri bæði Sílið og Jallin, meðan tær á Sílinum vóru treiskar og leingi hildu um Erlu Kongsdóttir.

At enda loysnaði, og á málinum var tað ein stór bátslongd frá Erlu og aftur til Sílið og ein bátslongd aftur til Jallin, sum var eina bátslongd undan Teistanum.

 

1 Erla Kongsdóttir 05.24.34

2 Sílið 05.28.17

3 Jallurin 05.31.16

4 Teistin 05.34.12

 

FM støðan

1 Erla Kongsdóttir 42

2 Sílið 36

3 Jallurin 29

4 Teistin 25