Gongdin var soleiðis, sum hon so ofta áður hevur verið, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappróðri á norðoyastevnu.
Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði vísti seg at vera best fyri, og á seinna partinum av róðrarteininum var avrikið hjá teimum á Erlu Kongsdóttir so sera sannførandi.
Tá ið Erla Kongsdóttir fór um málið, var tað meiri enn leyst aftur til avbjóðararnar.
Hugaligt var tað, at bátar, sum tað hevur verið lítið og einki at sæð til, vóru við í dag og á fyrra partinum av teininum bjóðaðu av.
Talan var um Havfrúnna úr Vestmanna og Svan av Skála, og so var tað eisini Teistin av Argjum.
Men tá ið alt kom til alt, var tað, sum tað so ofta hevur verið tey seinnu árini. Erla Kongsdóttir var drúgvast, og Erla Kongsdóttir vann trivaligan sigur.
1 Erla Kongsdóttir 27.35
2 Havfrúgvin
3 Teistin 5.34.29
4 Svanur
5 Junkarin











