Fyri sjeyndu ferð av sjey kappingum hava genturnar á Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði vunnið kappingina millum 5-mannafør við gentum. Talan var als ikki um kapping um fremsta plássið, tí Erla legði seg beinanvegin framum hinar bátarnar, og so var talan um solo róður. Frammanfyri áskoðarafjøldini, sum er stór í góðum líkindunum, var talan um uppvísning undir Molanum. Áskoðararnir sóu genturnar úr Fuglafirði rógva soleiðis, sum tær hava gjørt í øllum kappingunum í summar. Tær vóru einar seks bátslongdir frammanfyri hinar, og harvið staðfestu tær, at hetta er besta manningin av øllum í róðrarárinum 2013.
Eina løtu sá tað út til, at tað fór at verða kapping um næstfremsta plássið, men soleiðis varð tað ikki. Blikur av Argjum var eina bátslongd frammanfyri Sílið.
Trupulleikar við teknisku útgerðini bera við sær, at tað ikki ber til at siga, hvørjar tíðirnar vóru.









