Heimskendi amerikanski umhvørvisaktivisturin, Erin Brockovich, sum í 2000 spæld av sjálvari Juliu Roberts í einum filmi, sum snúði seg um dálking av einum lítlum kaliforniskum býi, varð handtikin og skuldsett fyri at hava siglt við meira innanborða enn loyvt er á Lake Mead nærhendis Las Vegas í statinum Nevada.
Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar.
- Hon bleiv handtikin og skuldsett fríggjadagin, tá alkometrið vísti tvífalt tað loyvda, sigur Edwin Lyngar, ið er talsmaður fyri myndugleikarnar í Nevada.
Brockovich hevði stórar trupulleikar við at leggja bátin til kai eftir einum siglitúri á Lake Mead.
- Hon var ikki før fyri at leggja bátin til kai. Tað er annars lætt at gera, men við ov nógvum innanborða kann tað verða ein trupulleiki, sigur Edwin Lyngar.
52 ára gamla Erin Brockovich varð leyslatin móti kautión og fær helst eina bót ið liggur millum 1.000 og 2.000 dollarar.
Julia Roberts vann ein Oscar fyri høvuðs leiklutin sum Rein Brockovich í hennara stríði móti orkurisanum, Pacific Gas & Electric, og Brockovich endaði við at útvega lítla dálkaða býnum eina milliardaupphædd.










