Eriksson spøkir í West Ham

Fyrrverandi enski landsliðsvenjarin í fótbólti, Sven Gøran Eriksson, sigst nú at vera upp á tal sum nýggjur venjari í enska felagnum West Ham. Sviin hevur ikki havt nakað starv, síðani hann gavst sum enskur landsliðsvenjari í summar, men enskir fjølmiðlar vilja verða við, at hann kann gerast næsti venjarin í Premier League felagnum. Tosað hevur verið um, at iranski ríkmaðurin Kia Joorabchian ætlar at keypa felagið, og tí skal Eriksson nú verða upp á tal sum venjari í felagnum.