Eriksen sleppur ikki at spæla leygardagin

Í morgin spælir Brentford ein heimadyst í Premier League móti Crystal Palace, men Christian Eriksen verður ikki við í hópinum.

Fótbóltsfjepparar kring heimin bíða í spenningi eftir, at danin, Christian Eriksen, kemur aftur á vøllin.

Fótbóltsfjepparar kring allan heim bíða í spenningi eftir, at danin, Christian Eriksen, kemur aftur á vøllin at spæla ein fótbóltsdyst. Ekstrablaðið veit at siga, at síðan mánadagin hevur hann vant við sínum nýggja felag, Brentford, sum leygardagin tekur ímóti Crystal Palace.

 

Men, hesin dysturin kemur ov tíðliga fyri Christian Eriksen, sum mánadagin skal spæla ein royndardyst, áðrenn hann kann fáa ein leiklut í einum størri dysti. Brentford váttar yvirfyri Ritzau, at Eriksen verður ikki við í hópinum móti Crystal Palace í morgin.

 

Hetta skilir danski leikarin væl, sum fekk hjartasteðg í dystinum ímóti Finnlandi í seinastu EM-kapping. Christian Eriksen, sum ongan fótbóltsdyst hevur spælt í mánaðir, veit, at hann noyðist at uppbyggja seg sjálvan aftur til ein slíkan dyst.

 

- Eg havi ikki spælt ein dyst í átta mánaðar, og eg noyðist fyrst at byggja meg sjálvan upp og vísa, at eg kann spæla, segði hann á tíðindafundi í dag.

 

Leygardagin hin 19. februar skal Brentford spæla á útivølli móti Arsenal, og tað verður í fyrsta lagi í hesum dysti, at Christian Eriksen kann fáa møguleikan í hópinum.

 

- Nú snýr tað seg um at byggja seg sjálvan upp aftur og venja hvønn dag. So fáa vit at síggja, nær eg kann koma at spæla, staðfestir hann.

 

Í fyrsta lagi skal Christian Eriksen spæla ein royndardyst mánadagin, og hetta verður fyri afturlatnum hurðum. Brentford vil ikki avdúka yvirfyri Ritzau, hvat mótstøðuliðið verður.

 

Sama dag, sum royndardysturin verður spældur, hevur Christian Eriksen sín 30 ára føðingardag. Nú tekur hann ein dag í senn og vónar, at hann skjótt verður ein partur av hópinum hjá Brentford.

 

- Eg skal venja meg við rútmuna og við liðfelagarnar. Tað hevur verið deiligt at spælt saman aftur, og tað er deiligt at seta fótin inn aftur í eitt professionelt fótbóltsumhvørvi, segði Christian Eriksen á tíðindafundi í dag.

 

 

 

 

 

Fótbóltsfjepparar kring heimin bíða í spenningi eftir, at danin, Christian Eriksen, kemur aftur á vøllin.