Fyrr í vikuni skrivaðu bæði spanskir og enskir miðlar, at Manchester United var í holt við at keypa Christian Eriksen frá Tottenham. Í dag er søgan ein onnur. Tottenham ynskir ikki at selja til eitt felag í Premier League, uttan so at felagið rindar okursprís. Tað vil Manchester United ikki.
Christian Eriksen hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við Tottenham. Fyrr í summar ljóðaði fyri vist, at hann saman við Eden Hazard skuldi til Real Madrid, men higartil er bara Eden Hazard farin til Madrid.
##med2##
Nú bendir aftur nógv á, at Christian Eriksen er á veg til Madrid, har bæði Real Madrid og Atletico Madrid verða nevnd. Tottenham hevur sambært bretskum miðlum leitað eftir einum avloysara í bæði Pablo Dybla (Juventus) og Philippe Coutinho (FC Barcelona).
Um Tottenham skal keypa, so skal tað verða áðrenn klokkan 17 í morgin. Hinvegin, so hevur Christian Eriksen til 2. september at bestemma seg fyri, um hann vil til Madrid. Verður hann ikki seldur í ár, so hevur danski landsliðsspælarin frítt at skifta eftir komandi kappingarár.