Ein av teimum, ið skyldar kreppurakta Eik Banka nógvar pengar, er fyrrverandi Navision-eigarrin, Erik Damgaard.
Erik Damgaard fyrr hevur lænt hesa upphæddina til sín egna banka, Cantobank, sum arbeiðir við at finna nýggja íleggjarar, skrivar Jyllnads-Posturin.
- Mítt lán hjá Eik Banka er fastfryst og gongur til summarið 2011. Og tá eru vónandi funnir nýggir íleggjarar til Cantobank, sigur Erik Damgaard við blaðið.
Hann roknar tí ikki við, at bankin er at siga upp lánið fyri tíðina.