Eric Clapton fekk størsta laksin í Íslandi

Guitarstjørnan fekk herfyri størsta laksin, ið er fingin í Íslandi higartil í ár.

Bretska tónleikastjørnan Eric Clapton hevur verið í Íslandi og frítíð sína hevur hann millum annað nýtt til at fiska laks.

Og Slowhand, sum hann verður róptur, fekk størsta laks, sum higartil í ár er fingin í Íslandi.

Hetta veit vatnsdalsa.is at siga.

Fight of the year, er yvirskriftin á vatndalsa.is, og tað er ikki so løgið. Clapton baksaðist umleið ein kilometur oman eftir ánni, innan tað eydnaðist at fáa tann 108 cm langa og 12 kilo tuga laksin upp á turt.

Tann 71 ára gamli Clapton hevur fiskað laksin í Vatndalsá, ið hevur verið yndað stað hjá laksafiskarum, síðani byrjað varð at fiska við flugu har í 1936