Eric Cantona vil verða venjari hjá Onglandi

(Kykmynd) Síggj og hoyr Eric Cantona á ein stuttligan hátt grundgeva fyri hví hann eigur at verða tann næsti venjarin hjá Onglandi

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr tann kanska higartil besta partin av sjónvarpsrøðini hjá Eurosport "The Football Commisioner", sum Eurosport hevur havt meðan EM-endaspælið hevur verið í Fraklandi.

 

Kenda franska Manchester United legendan, Eric Cantona er í leiklutinum, sum fótbóltskommiserurin, og í hesum partinum grundgevur hann á ein stuttligan og undirfundigan hátt fyri hví hann er tann rætti maðurin at gerast tann nýggi landsliðsvenjarin hjá Onglandi 

 

Eric Cantona lovar m.a. at hann tekur Sir Alex Ferguson við í toymið hjá sær. Sir Alex skal verða serligur ráðgevi, og Eric Cantona ætlar eisini, at Peter Schmeichel skal verða partur av venjaratoyminum. Í hesum partinum fáa onglendingar eisini nøkur prik um fólkaatkvøður. Millum lyftini hjá Eric Cantona er, at hann lovar, at Ongland við honum, sum venjara fer ongantíð at tapa ímóti einum liði, sum Ìslandi aftur.