Eri ikki nakar eingil

Diego Costa heldur lítið um leikbannið, sum hann fekk fyri at traðka á Livepool spælara

Diego Costa hevur verið ein umstríddur spælari, síðani hann farna summar skifti til Chelsea frá Atletico Madrid. Undan toppdystinum móti Manchester City í gjár, fekk hann leikbann í tríggjar dystir, fyri at traðka á Emre Can hjá Liverpool í seinnu hálvfinaluni í Liga Cup.

 

Les eisini: José Mourinho tosar ikki við miðlarnar

 

Diego Costa, sum hevur brasilskan uppvøkstur, men hevur fingið sær spanskan ríkisborgararætt, er mangan umstríddur, tí hann at kalla altíð endar í hornatøkum við mótsøðuspælararnar. Soleiðis var eisini í dysitnum móti Liverpool.

 

- Eg kann siga um tað, ið hendi móti Liverpool, at eg kann fara heim og sova væl um náttina. Tí eg havi einki gjørt gali. Eg traðkaði ikki á hann við vilja, sigur Diego Costa í samrøðu við bretskar miðlar.

 

Les eisini: Sturridge skoraði fyri Liverpool

 

Eftir dystin tók enska fótbóltssambandið málið upp, og revsaði Diego Costa við leikbanni á tríggjar dystir. Nakað, sum venjarin hjá Chelsea, José Mourinho, er alt annað enn fegin um. Hann hevur ikki tosað við fjølmiðlarnar síðani.

 

- Eg sigi ikki, at eg eri nakar eingil á vøllinum, men eg geri tað ikki við vilja og tað sær mann eisini á sjónbandaupptøkuni, sigur Diego Costa, sum ásannar, at hann nú má sita uttanfyri við leikbanni.

 

Chelsea spældi í gjár javnleik 1-1 móti Manchester City. Chelsea er framvegis oddalið í Premier League við fimm stigum.

 

Premier League 23.umfar:

Í dag:

Arsenal – Aston Villa (13.30)

Southampton – Swansea (16.00)

 

Í gjár:

Chelsea – Manchester City 1-1

Hull – Newcastle 0-3

Crystal Palace – Everton 0-1

Liverpool – West Ham 2-0

Manchester United – Leicester 3-1

Stoke – QPR 3-1

Sunderland – Burnley 2-0

WBA – Tottenham 0-3