Uppstillingin til tjóðveldislistan var liðug týskvøldið, men Signar á Brúnni hevur ikki heilt givið upp enn.
Í samrøðu við útvarpið mikukvøldið segði Signar á Brúnni:
? Enn eru ikki allar súður syftar.
Í hesum liggur, at drúgvi løgtingsmaðurin og landsstýrismaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum ikki beinanvegin leggur kongin. Tveir møguleikar eru. Annar at onkur tekur seg av listanum, so pláss verður fyri Signari á Brúnni ella at kallað verður inn til eykafund um uppstillingina.
? Eg taki ikki stig til nakað, men um so er, at fólk hava áhuga at gera nakað, so er heimild til tað í lógunum hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag, sigur Signar á Brúnni.
Hann sipar til, at um 15 fólk savna undirskriftir, so ber til at fáa nýggjan fund í lag.
Svarið er ja
? Um onkur spyr teg um tú hevði viljað, at fólk fóru at savnað neyðugu undirskriftirnar. Hvat hevði tú so svarað?
? Svarið hevði verið ja!, sigur Signar og leggur afturat:
? Nógv er at hugsa um, áðrenn meiri verður gjørt. Átta fólk eru á listanum og øll vilja vera við. Er onkur, sum vil avaftur er tað nakað annað. Eg vil ikki trýsta nakran út, sigur Signar á Brúnni.
Nevndin ger einki
Nevndin í felagnum ætlar einki at gera fyri at broyta uppstillingarlistan hjá Tjóðveldisflokkinum í Eysturoynni. Eingin hevur vent sær til nevndina.
? Vit hava havt atkvøðugreiðslu á fundinum og alt er farið demokratiskt fram, so nevndin ger einki, sigur Hallur Ellingsgaard, formaður í Eysturoyar Tjóðveldisfelag.
Hann sigur, at hann hevur boðað øllum nevndarlimum frá, at nevndin skal halda seg púra uttanveltaða.
? Eg havi hoyrt, at onkur arbeiðir við at fáa onkran at taka seg av listanum, men tað er bara graml. Fyri okkum er uppstillingin liðug, sigur Hallur Ellingsgaard.
Rikið til fund
Kappingin um uppstillingina í Eysturoynni tók seg upp, tá tað ljóðaði at Signar á Brúnni og Hans Tausen Olsen ætlaðu at stilla upp.
Tórbjørn Jacobsen sá hetta helst sum ein hóttan móti sær.
Hendan støðan førdi til, at fólk fóru at reka til fundar fyri at stuðla sínum. Úrsltið gjørdist sera óvæntað, tá Signar á Brúnni endaði á aftasta plássi, tá atkvøðugreiðslan var liðug. Eina atkvøðu frá at koma á listan.