Erhard og Jaspur á ting

Tvey varafólk hjá Sambandsflokkinum tóku sæti á tingi í dag

Jaspur Langgaard og Erhard Joensen hava í dag tikið sæti í tingi, aftaná at Bárður á Steig Nielsen og Johan Dahl hava søkt farloyvi.

Á fyrsta tingfundinum hjá nývalda tinginum í dag vóru fleiri umbønir um farloyvi latnar formansskapinum. Tann fyrsta kom longu áðrenn atkvøðast skuldi um tingformann, og var tað Poul Michelsen, aldursforseti, ið avgreiddi hana.

Tað var Johan Dahl, nývaldur tingmaður fyri Sambandsflokkin, ið søkti um farloyvi, tí hann var staddur uttanlands, tá tingið bleiv sett. Hetta bleiv honum váttað og Jaspur Langgaard tók sæti í hansara stað.

Aftaná at Bárður á Steig Nielsen var valdur til løgmann fekk formansskapurin tvær umsóknir aftrat um farloyvi.

Tann fyrra var frá løgmanni, ið søkti farloyvi fyri at røkja løgmansembæti. Hetta bleiv honum váttað og røkir Erhard Joensen nú sessin hjá Bárði á Steig Nielsen.

Seinna umbønin um farloyvi kom frá Bill Justinussen, tingmanni hjá Miðflokkinum, ið bað um farloyvi frá mánadegnum av og góðar tríggjar vikur fram, tí hann skal umboða løgtingið á ST-aðalfundi í New York. Hetta bleiv honum váttað, og kemur Steffan Klein Poulsen at røkja hansara sess hesar vikurnar.