Ergrar seg um mistu 2-0 leiðsluna

(Ljóðsamrøða frá Rás2) AB var á sigurskós, men megnaðu ikki at halda 2-0 leiðsluni

Høvuðsvenjarin hjá AB, Trygvi Mortensen ergraði seg aftaná 2-2 javnleikin ímóti B68 á Toftum. AB førdi 2-0, men loyvdi B68 at koma aftur í dystin, og tað er Trygvi Mortensen vónbrotin um.

 

Trygvi Mortensen heldur ikki, at tað er nóg væl avrikað hjá AB at missa fýra stig ímóti B68 í tveimum dystum. Hjá AB verður hvør dystur nú ein finala, har tað ræður um at halda seg omanfyri niðurflytingarstrikuna. 

 

Glottar vóru tó fyri AB í dag. Bjarki Nielsen er ein ungur spælari, sum er við at sláa sítt navn fast, og í dag legði ungi argjamaðurin AB á odda 1-0. Trygvi Mortensen fegnast um, at U18 spælarin stóð seg so væl í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Trygva Mortensen aftaná dystin á Svangaskarði á Toftum í dag, har B68 og AB leiktu javnleik 2-2.