Beinta Lassen, sum hevur givið hópin av børnum vð breki ella sjúku, ergoterapi-viðgerð, gevst nú við sínum virksemi Seinastu mánaðirnar hevur Beinta Lassen í fyitøku síni Ergo givið fleiri børnum, sum antin hava onkra sjúku ella okkurt brek, ergoterapiviðgerð. Hetta hevur hon gjørt, hóast Ergoterapeutfelagið og Heilsumálaráðið/Heilsutrygd ikki hava nakran sáttmála, og Heilsutrygd ikki rindar stuðul.
Beinta Lassen hevur viðgjørt hesi børn, tí hon hevi ikki hjarta til at sleppa etimum upp á fjall. Foreldrini fingu at vita, at rokningin má bíða.
Men eftir samráðingarfundin í gjár avgjørdi Beinta Lassen at gevast við ergoterapiini. Eingin sáttmáli er í eygsjón.
- Eg kann hvørki fíggjarliga ella menniskjaliga halda fram, og tað eru nøkur ólukkulig foreldur, sum eg ringi til í dag, sigur Beinta Lassen.