Erdogan vann valið

Sum væntað vann stjórnarflokkurin AKP tjóðartingsvalið í Turkalandi í dag. Tá 90 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði flokkurin fingið 50,2 prosent.

Tað er kortini ikki nóg mikið, til at Tayyip Erdogan, forsætisráðharri, kann skriva út fólkaatkvøðu um eina nýggja stýrisskipan, sum flokkurin ætlar. Til tess krevst, at flokkurin fær 330 av teimum 550 tinglimunum, men fyribilstøl vísa, at hann fær 327. Tað er fýra færri enn undan valinum. Men úrslitið er nóg gott til at tryggja Tayyip Erdogan stjórnarleiðarastarvið eitt valskeið afturat.

Næststørsti flokkurin gjørdist miðvinstraflokkurin CHP við 25,8 prosentum av atkvøðunum. Tann tjóðskaparsinnaði MHP fekk 13,2 prosent.