Erdogan: Hamas er ein frælsisbólkur

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, metir ikki Hamas sum ein yvirgangsfelagsskap. Tað er ein frælsisbólkur, sum stríðist fyri at verja land sítt.

Forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, undir røðu síni til flokkin hjá sær í turkiska tjóðartinginum. Her boðaði hann frá, at hann avlýsir ætlaðu vitjanina í Ísrael og krevur vápnahvíld alt fyri eitt í Gaza. - Foto: Adem Altan/Ritzau Scanpix

– Hamas er ikki ein yvirgangsfelagsskapur, Hamas er ein bólkur av mujahedinum, sum verja land sítt, segði hann í dag í turkiska tjóðartinginum.

Hann legði Ísrael undir at hava gjørt sær dælt av góðu ætlanunum hjá turkaladi. Tí fer hann ikki á vitjan í Ísrael sum ætlað.

»Búsetingaryvirgangurin« hjá Ísrael á hersetta Vestara áarbakka má halda uppat, og tað »babariska« mótálopið á Gaza skal steðga, segði hann.

Erdogan mælir til eina vápnahvíld alt fyri eitt millum Ísrael og palestinsku deildirnar.

/ritzau/Reuters