Landsstýrið hevur gjørt eina handilsavtalu við Turkland, sum Løgtingið og tjóðartingið í Turkalandi, skulu góðkenna.
Jenis av Rana, Miðflokkurin, vísti í sínari røðu á, at Erdogan í Turklandi, er ein leiðari, sum als ikki virðir mannarættindi. Hvørki politikarar ella journalistar hava frítt at arbeiða í landinum. Tingmaðurin fanst at, at onki stendur í álitinum frá uttanlandsnevndini um hesi viðurskiftini.
Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi, helt ikki, at tað er rætt at finnast at leiðsluni í Turkalandi, tá ið landsstýrið júst hevur gjørt eina avtalu við landið. Hon helt, at skulu vit boykotta øll lond, sum bróta mannarættindini, sum mugu vit velja at gera tað.
Hon helt, at tað er løgið at fara at siga nei í dag til ein sáttmála, sum almennu Føroyar hava arbeitt fyri at fáa í lag í 14 ár.
Kjak var eisini um okkara sølu av fiski til Kina og Russlands. Fleiri tingfólk hildu, at vanligt er ikki at blanda mannarættindi og handilssáttmálar saman.