Er Zakaris Wang hvør sum helst?

Í Dimmalætting seinasta leygardag fingu øll Føroya fólk møguleikan at síggja, hvørji ótrúlig evni, Zakarias Wang hevur, tá tað snýr seg um at gera logiskar niðurstøður.

 

Hans Jørgensen

???????????????



Í Dimmalætting seinasta leygardag fingu øll Føroya fólk møguleikan at síggja, hvørji ótrúlig evni, Zakarias Wang hevur, tá tað snýr seg um at gera logiskar niðurstøður. Sum ein annar Erasmus Montanus, fekk hann tað til, at Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, hevði ábyrgdina av, at løgreglan, vápnað til tenninar, legði upp í blokadurnar hjá Føroya Arbeiðarefelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Og grundgevingin var sára einføld. Jóannes hevði ikki peikað á eina borgarliga stjórn í Danmark eftir seinasta fólkatingsval, men á sitandi stjórn, sum løgmálaráðharrin er partur av. Ergo hevði hann ábyrgdina, ljóðaði niður-støðan hjá Zakariasi Wang.

Hóast Zakarias Wang alt sítt lív hevur tikist við samfelagsfrøði, so kom tað ikki honum til hugs, at boðini til løgregluna um at berja blokadurnar niður, vóru komin frá onkrum myndugleika her á landi. Tað kom honum ikki til hugs, at tað landsstýri, sum hann í óteljandi greinum hevur lovprísað, kundi havt givið boðini. Men tað er kanska ov nógv at krevja av Zakarisi Wang?

Óli P gav henda dagin í Sosialinum sína viðmerking til greinastubban frá Zakarisi Wang við enn einari framúr tekning, og flestu føroyingar hava eisini tikið greinastubban hjá Zakariasi Wang sum eina stuttliga viðmerk-ing frá einum skemtara.

Men er Zakarias Wang hvør sum helst? Er hann bert ein skemtiligur greinskrivari? Nei, tað er hann so sanniliga ikki. Hann er ein av sjefideolugum hjá Tjóð-veldisflokkinum og hjá sitandi fullveldissam-gonguni. Tað er hesin sami Zakrarias Wang, sum tá á hevur staðið, hevur givið Tjóðveldisflokkinum og samgonguni politiska kraftfóðuri til framhaldandi at finna túsund góðar orsøkir til at halda fast við, at danir bert hava havt skaðiliga ávirkan á okkara land.

So kanska segði hasin greinastubbin hóast alt ikki heilt einki.