Poul Michelsen vísti á, at Framsókn, hóast borgarligur flokkur, í flestu málum er meira samdur við Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, tí hesi vinstruflokkar eru meira liberalir enn Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin.
Og rætt hevur framsóknarmaðurin í tí, at nógv er viðvent í holuni, og at lítið skil er í blokkunum í føroyskum politikki. Og sum nevnt er í oddagreinini omanfyri, so dettur Poul Michelsen sjálvur í felluna, tá hann – sum tað nýggja liberala íkastið í føroyskum politikki – heldur tað vera gongdu leiðina at fíggja almenna public service kringvarpið við brúkaragjaldi og lýsingum.
– Um tað er tí, at vinnulívsmaðurin Poul Michelsen sjálvur sponsorerar fjolluta fjantiradio hjá Kringvarpinum, skal vera ósagt – men hann hevur rætt í tí, at tingini hanga ikki saman.










