Er vaksin 1,5 milliard

Tað er serliga innflutningurin av einari vøru, sum er eksploderaður

Myndin er frá Hagstovuni

Fyrra hálvár í ár hava vit innflutt vørur fyri fyri 5,8 milliardir krónur. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir eisini, at sostatt er innflutningurin fyrra hálvar í ár, heilar 1,5 milliardir størri enn í hann var í sama tíðarskeiði í fjør og tað er ein hækking upp á 35,9 prosent. Tá er innflutningurin av skipum og flogførum, sum var 678 milliónir fyrra hálvár í ár, taldur við.

 

Fyrra hálvar í ár var innflutningurin, uttan skip og flogfør, sostatt góðar 5,1 milliard og tað eru 999 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, ella ein vøkstur upp á 24,2 prosent.

 

Og tað er serliga innflutningurin av einari vøru, sum er eksploderaður, og tað er innflutningurin av brennievni. Hann var eina góða milliard í fyrra hálvári í ár og tað eru 500 milliónir, ella heili 89 prosent, meiri enn í fyrra hálvári í fjør. Sostatt er tað meriei enn helvtin av øllum vøkstrinum.

 

Av stórum vørubólkum, var innflutningurin av vørum til ymsa framleiðslu, 1,2 milliardir og tað eru 29,8 prosent meiri enn í fjør, men ført hevur verið fram, at nógvir prísir eru hækkaðir nógv á heimsmarknaðinum,  tað er nevniliga ikki bara brennievnið, sum er dýrkað. Innflutningurin til byggivirki var 474,8 milliónir í fyrra hálvári, og tað eru 15,8 prosent meiri enn í fjør.

 

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av rávørum til fiskavirking, tí hann var 364 milliónir og tað svarar til ein vøkstur upp á 42,6 prosent

 

Hinvegin er innflutningurin av vanligum nýtsluvørum, minkaður 1,3 prosent, tí hann var 936,6 milliónir í fyrra hálvári í ár og innflutningurin av bilum minkaði 0,3 prosent, tí hann var 283,1 milliónir í fyrra hálvári í ár.

 

Myndin er frá Hagstovuni