Er Útvarp Føroya eftirfarandi?

Tað vóru skelkandi tíðindi, sum útvarpið hevði at bera grækarismessudag

 

Jóanes N. Dalsgaard


Tað vóru skelkandi tíðindi, sum útvarpið hevði at bera grækarismessudag. Útvarpið visti at siga, at triðingurin av avgerðunum hjá eystara landsrætti vóru broyttar av hægstarætti. Við øðrum orðum var triði hvør dómur í eystara landsrætti ?skeivur?.

Hetta ljóðaði so óhugnaligt, at eg hevði ilt við at trúgva tí. Fór tí at hyggja í donsku hagtalsárbókina (Statistisk Årbog, 2000), og beinanvegin fekk eg tað betur, tí eyðsæð var útvarpið á heilt skeivari leið. Av teimum uml. 85.000 revsirættarmálum sum vóru førd í Danmark í 1999 vóru 3077 dómar kærdir til landsrættirnar (1617 til eystara landsrætt). Av hesum vóru 56 dómar skotnir inn fyri hægstarætt (45 úr eystara landsrætti). Av hesum vóru 39 dómar staðfestir av hægstarætti (31 úr eystara landsrætti), meðan hægstirættur broytti hinar 17 dómarnar (14 úr eystara landsrætti).

Tað var sostatt ikki rætt, tá útvarpið segði, at hægstirættur broytir triðjuhvørja avgerð hjá eystara landsrætti. Hægstirættur hevur broytt 14 av 1617 dómum hjá eystara landsrætti í 1999. Hetta svarar til minni enn 1% - og ikki 33%, sum útvarpið visti at siga!

Nakað annað er, at um tey 14 málini vera sædd í mun til tey 45, sum kærd vóru til hægstarætt úr eystara landsrætti, so broytti hægstirættur 3 hvørja avgerð hjá eystara landsrætti. Hetta er, sum sæst, nakað heilt annað enn at siga, at hægstirættur broytti ein triðing av avgerðunum hjá eystara landsrætti. Men roknistykki í útvarpinum tyktist vera soleiðis, at tá triði hvør landsrættardómur, sum royndur var við hægstarætt var broyttur, so merkti tað at triði hvør landsrættardómur var skeivur. Henda niðurstøðan er fullkomiliga burtur úr vón og viti, og skal eg niðanfyri royna at greiða frá, hví so er.

Í donsku rættaskipanini eru tríggjar flágir. Niðast eru býarrættirnir (t.d. Føroya Rættur), omanfyri teir eru landsrættirnir (eystari og vestari) og ovast er hægstirættur. Ein og hvør, sum verður stevndur fyri rættin, kann kæra dómin, um hesin gongur sær ímóti, til hægri rætt. Øll hava rætt til at fáa eitt rættarmál ímóti sær roynt við tvinnar dómstólar. Ein dómur úr býarrættinum kann soleiðis altíð kærast til landsrættin. Í summum førum byrjar eitt mál í landsrættinum (serliga grov brotsverk). Í slíkum førum kann landsrættardómurin altíð kærast til hægstarætt.

Men tað er bert í heilt serligum førum at eitt mál, sum byrjar í býarrættinum, kann kærast til hægstarætt. Tá er talan um mál, sum ?Procesbevillingsnævnet? hevur givið loyvið til at leggja fyri hægstarætt. Talan er í slíkum førum serstakliga um mál, sum kunnu hava týdning fyri seinni avgerðir, ella mál, sum hava serligan samfelagsligan týdning. Tey mál, sum umvegis ?Procesbevillingsnævnet? enda í hægstarætti eru sostatt altíð óvanlig mál, ella við øðrum orðum mál, sum sjálvdan ella kanska ongantíð áður hava verið roynd í rættarskipanini. Í slíkum førum er einki at undrast á, at hægstarættur javnan broytir teir býar- og landsrættardómar, sum kærdir vera. Vóru avgerðirnar altíð tær somu, var eingin orsøk at hava hægstarætt. Tískil dugi eg ikki at skilja, hví útvarpið royndi at fáa tað at ljóða sum um rættarskipanin var av lagið, júst við tilvísing til at hægstirættur viðhvørt broytir avgerðir hjá lægri rættum.

Eg setti meg tí í samband við útvarpið á døgurða grækarismessudag, og hitti ein tíðindamann á máli. Eg vísti á skeivleikan í tíðindunum, men tíðindamaðurin svaraði mær, at tíðindini vóru sum tey skuldu. Í seinni tíðindasendingum sama dag, vóru somu skeivu tíðindini endurtikin.

Skal tað vera nøkur meining í at hava eitt alment útvarp, so má ein treyt vera, at tíðindini sum útvarpið ber eru eftirfarandi og viðkomandi upplýsing. Í hesum føri haldi eg avgjørt at talan var um viðkomandi upplýsing, men hon var tíverri alt annað enn eftirfarandi ? kanska tí tíðindamaðurin ikki hevði skilt hvat málið snúði seg um.