Ítróttur
Í fleiri ár hevur ein tór træta millum ítróttafólk í Danmark verið, hvørt ítróttin hevur selt sál sína. Tað vil siga, um ymsu feløgini í jagstranini eftir heiður og æru hava gloymt breiddina í ítróttaarbeiðinum.
Fyri góðari viku síðani hevði danska ítróttasambandi tí sett stevnu, har hetta evni stóð ovarliga á skránni, og millum tey innbodnu var eisini føroyska ítróttasambandi, ÍSF.
Fríkend við fyrivarni
Heðin Mortensen, formaður í ÍSF greiðir frá, at fyri teir var talan um eina ógvuliga spennandi luttøku.
Tiltakið varð skipað soleiðis, at fundurin var átøkur einum rættarsali, har nevningar, ákærar, verjar og dómarar skuldu taka støðu til ymsar lutir innan ítróttina.
Síðani varð ákæra reist móti ítróttini, og Heðin sigur, at ákærupunktini her vóru fleiri. Millum annað varð víst á óreglusemi innan doping, um áhugaíðkarar vóru við sviðið soð, orsaka av yrkisítrótti o.s.fr.
Bólkar vórðu síðani settir at arbeiða við ymsu málunum, og at enda var so farið aftur í rættarsalin.
At enda kom so sjálvur dómurin, og Heðin sigur, at tað vóru ikki øll, sum vóru eins fegin um hendan.
Dómararnir mettu nevnliga, at tað var um reppið, at ítróttin var komin ov langt út á eggina, men niðurstøðan var tó kortini, at ítróttin var fríkend.
Kann væl førast yvir
Spurningurin er so, um vit í føroyska ítróttaheiminum kunnu nýta eina slíka kongress til nakað konstruktivt, og tað heldur ÍSF forsetin avgjørt, at vit kunna.
- Tað er einki til hindurs fyri, at vit kunnu brúka hetta arbeiði beinleiðis í føroyskum ítrótti, tó at støddin her sjálvandi er minni. Vit eru so smátt við at fáa somu spurningar her heima. Ikki minst í spurninginum millum áhuga- og yrkisítrótt. Her er jú sera umráðandi, at tað ikki veðrur soleiðis, at breiddin situr á síðulinjuni og hyggur at, meðan tað bert er elitan, sum kappast. Hetta er jú ikki málið hjá ítróttinum, sum eigur at vera fri øll, sigur hann.
Heðin leggur afturat, at tað eisini er ein spurningur, um vit her ikki áttu at gjørt eitt líknandi ting, har øll fingu høvi at siga sina hugsan, soleiðis at sambandi millum einstøku feløgini og ítróttaleiðarar kanska kann betrast.