ER TAÐ IKKI ÚTSPILLING?

Kringvarp Føroya bjóðar veljarum Sjálvstýrisfloksins av .....

Tað var tað fyrsta eg hugsaði tá SVF fyri aðru ella triði ferð umrøddi Sjálvstýrisflokkin í søguligum høpi. Einki um slóðbrótandi arbeiði floksins tá SVF var sett á stovn, samtíðarskattaskipanina, ÚF, fróðskaparsetri, flogferðslu, fyrsta uppskoti um undirsjóvartunlar, nýbrot á skúla og mentunarøkinum. Yvirtøkur eftir heimastýrislógini og hóvsemi floksins sum hevur drigið stórar partar av politisku flokkunum á Føroya Løgtingi aftaná sær í strembanini eftir úrslitum á frælsisleið.

 

Í framtíðini skal Sjálvstýrisflokkurin duga betur at greiða frá sínum hugsjónarliga støði í sambandi við tjóðskap, samhaldsfesti- og solidaritet og sjálvsagt at samarbeiða og menna flokkin, so sleppast kann undan ófantaligari útspilling av fólkunum í fremstu røð, uttan at tey eisini fáa møguleikar at gera viðmerkingar.

 

Eisini kann eg vissa allar sjónvarps hyggjararnar um, at SVF hevur ikki ringt á skrivstovuna hjá Sjálvstýrisflokkinum, og høvdu teir ómaka sær at farið inn á www.nr.fo, so høvdu tey eisini funnið telefonnummari hjá flokkinum sum er 512494.

 

Eftir míni bestu sannføring var talan um óseriøsan tíðindaflutning.

 

Lasse Klein